Kunnu ikki taka støðu til flóttafólk enn

80-90 prosent av útlendingaøkinum verður yvirtikið, men enn vantar ein avtala, sum millum annað umræður flóttafólk.

 

 

80-90 prosent av útlendingaøkinum verður yvirtikið, men enn vantar ein avtala, sum millum annað umræður flóttafólk.

  

- Vit kunnu ikki taka støðu til flóttafólkaspurningin, fyrr enn vit hava yvirtikið útlendingaøkið.

 

Soleiðis hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sagt fleiri ferðir, tá ið spurningurin um flóttafólk hevur tikið seg upp. Í dag eru boð komin úr landsstýrinum um, at nú skulu partar av útlendingaøkinum yvirtakast.

 

Eini boð, sum kortini ongan týdning hava fyri spurningin um flóttafólk. Tí Poul Michelsen greiðir frá, at enn hevur tað ikki eydnast føroysku myndugleikunum at fáa avtalu við Schengen um, at Føroyar skulu hava sín egna limaskap. Ein limaskapur í Schengen viðførir millum annað, at vit fáa innlit í vitan frá altjóða fregnaðartænastuni Interpol, og frá donsku fregnaðartænastuni Pet. Hetta er vitan, sum gevur okkum førleikar til at meta um hvønn einstakan persón, sum vil koma inn til Føroya.

 

Les eisini: Partur av útlendingaøkinum á føroyskar hendur

 

- Sum nú er liggur ein umsókn um sjálvstøðugan limaskap í Schengen hjá limalondunum í ES. Hetta er ein umsókn, sum danir og føroyingar hava sent saman, og eg havi avgjørt varugan av, at danir stuðla okkum í hesum málinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Men við Brexit og øðrum átroðkandi málum til viðgerar í ES høpi í hesum døgum, liggur umsóknin hjá føroysku og donsku myndugleikunum aftarliga í røðini.

 

- Vit hava brúkt 12 ár upp á at tosa um at yvirtaka útlendingaøkið. Vit hildu, at heldur enn at bíða eftir Schengen avtaluni, so kunnu vit yvirtaka tann størra partin, sum er spurningurin um arbeiðsloyvi, uppihaldsloyvi, familjusamanføring og líknandi. Við at yvirtaka tann partin beinan vegin, fáa vit eisini ment okkara skipanir á økinum, so vit eru til reiðar, tá ið Schengen parturin verður yvirtikin eisini, sigur Poul Michelsen.