Fyri vikum síðan settu borgarstjórarnir í Nes-, Runavíkar og Sjóvar Kommunu ein bólk, sum skal útgreina møguleikarnar fyri at leggja Skálafjørðin saman í eina kommunu. Ein av teimum, sum situr í bólkinum, er Poli J. Hansen, sum er varaborgarstjóri í Sjógvar Kommunu.
Hann sigur við Norðlýsið í dag, at hann er als ikki sannførdur um, at ein samanlegging gagnar borgarunum í kommununi best.
- Sambært hagtølunum, sum vóru í fjølmiðlunum fyri kortum, sæst, at samanlagda Eystur Kommuna er ovast á listanum yvir kostna fyri einstaka borgaran. Á yvirlitinum sæst, at stóru kommunurnar eru dýrari at reka enn smærru kommunurnar. Út frá yvirlitinum er ilt at fáa eygað á, at tað skal verða bíligari fyri borgarnar at hava størri kommunalar eindir, sigur Poli J. Hansen.
Arthur Johansen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Hann sigur við Rás2 í dag, at hann fer ikki at taka støðu í málinum, áðrenn arbeiðsbólkurin er komin við sínum tilmæli.
- Eg má kenna fyrimunirnar og vansarnar við samanleggingini, áðrenn eg taki støðu. Málið skal kannast, áðrenn eg kann gera viðmerkingar, sigur Arthur Johansen við Rás2 í morgun.
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at tað er ikki einfalt at taka støðu í málinum í løtuni. Hann staðfestir, at kommunurnar samstarva væl, og um samstarvið skal víðkast, verður helst neyðugt við samanlegging. Hann sigur, at tað er einki einfalt svar uppá, um samanlegging loysir seg best.
- Eg dugi at síggja fyrimunirnar við samanleggingini. Men eru tað bara fyrimunur? Tað mugu vit finna útav, sigur Símun Johannesen við Rás2 í dag.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Magnus Rasmussen, sum er borgarstjóri í Runavíkar kommunu.