Fiskiveiða
Landsstýrismaðurin í fiskivunnumálum, Jacob Vestergaard, var ikki sjálvur við til samráðingarnar millum Føroyar og Rusland, sum endaðu við sínámillum fiskiveiðiavtaluni, ið hevur verið til nógva umrøðu seinastu dagarnar – bæði í fjølmiðlum og á tingi.
- Eg havi onga orsøk til ikki at hava álit á okkara embætisfólkum, sum hava verið við til slíkar samráðingar við russar gjøgnum mong ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at Andrass Kristiansen var eitt av umboðunum úr fiskimálaráðnum, og Kaj P. Mortensen var við fyri uttanríkisráðið. Aftrat hesum vóru eisini onnur fólk við, umframt umboð fyri vinnuna.
- Bæði Andrass og Kaj hava verið við til nógvar samráðingar, og teir hava soleiðis allar umstøður og førleikar at koma heimaftur við frægast møguliga úrslitinum.
Undir slíkum samráðingum, har landsstýrismaðurin sjálvur ikki er við, er tó neyvt samskifti millum samráðingarfólkini og landsstýrismannin.
Løgtingsmenn hava sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum munligar fyrispurningar á tingi um sáttmálan við russar – og um hesin ikki átti at verið lagdur fyri uttanlandsnevndina og løgtingið.
Jacob Vestergaard vísir á, at síðan vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg, hava sínámillum fiskiveiðisáttmálar ikki verið lagdir fyri løgtingið.
- Vit kunnu altíð tosa um, hvørt vit kundu fingið meira burtur úr undir samráðingunum við russar, men hetta verða altíð gitingar.
Landsstýrismaðurin sigur seg onga orsøk hava at
ivast í sínum samráðingarfólkum.
- Føroysku svartkjaftaskipini hava higartil í ár veitt 221.000 tons av svartkjafti, sum eru seld fyri 208 miljónir krónur. Tað er hetta, vit hava at halda okkum til. Hvat vit annars kundu havt fingið fyri hesa nøgd av svartkjafti, um veiðan í størri mun varð viðgjørd umborð, verður altíð ein spurningur um metingar og gitingar.
Jacob Vestergaard tekur til, at vit kunnu ikki “selja” stararnar á takinum, men bert teir, vit hava í hondini.
- Vit kunnu illa undir slíkum samráðingum fyrihalda okkum til stararnar á takinum, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at sjálv fiskiveiðiavtalan við Rusland hevur nakað serligt við uttanríkispolitikk at gera.
- Stóra skerjingin í svartkjaftakvotuni er hin stóri trupulleikin. Spurningurin, hvussu vit býta tað, ið er at fiska millum okkara skipabólkar og skip, er ein spurningur, sum vit mugu finna út av her heima, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin sigur, at fiskiveiðiavtalan við Rusland er endalig, og hann væntar ikki, at nakað meira fer at spyrjast burtur úr henni.










