Tað kom valla óvart á nakran á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin, at óskilið í samband við býráðsvalið í Havn varð umrøtt á fundinum. Ónøgdin við framferðarháttin hjá Heðini Mortensen í samband við samgongutelvingina í Havn hevur ikki lagt seg enn í Fólkaflokkinum, og hetta kom týðuliga til sjóndar á landsfundinum leygardagin.
Hugburðsbroyting
Jógvan við Keldu er landsstýrismaður í kommunumálum, og hann hevði lítið gott at bera framferðarháttinum hjá Heðini Mortensen í samband við býráðsvalið í Havn.
-Hatta var bæði óheiðurligt og tað vísir bara, at maðurin hevur onga tygn, helt Jógvan við Keldu.
Landsstýrismaðurin segði seg vera samdan við teimum, sum mettu, at okkurt skuldi gerast í samband við óskilið í Havn, sum nærum er blivin siðvenja seinastu valini, men Jógvan við Keldu hevði einki ítøkiligt boð upp á, hvussu hetta skuldi gerast.
Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen, tók eisini orðið. Hann helt tað vera skeivt at smíða eina nýggja lóg, sum skuldi tryggja, at slíkt óskil ikki kom fyri aftur.
-Tað ber snøgt sagt ikki til at lóggeva seg frá slíkum. Hatta er ein spurningur um hugburð, moral og etik, segði Poul Michelsen..
Í síni fyrstu setu sum løgmaður, umsat Anfinn Kallsberg kommunumál, og hann helt eisini tað vera skeivt at lógeva á økinum.
-Tú kanst ikki lóggeva fyri hasum. Ein, sum ikki virðir sína egnu undirskift, hevur einki at gera í politikki. Vónandi koma tingini í rættlag aftur, og vónandi fær Heðin fólksins dóm á komandi býráðsvali at kenna fyri tað hann gjørdi, segði Anfinn Kallsberg
Droppið uppbýtið
Fyrrverandi býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar kommunu, Katrin Dahl, fegnaðist um frálíka býráðsvalið hjá Fólkaflokkinum í Havn, har flokkurin gjørdist størsti flokkur. Hon helt kortini, at tað var nógv fyri, at størsti flokkur skuldi sita fullkomiliga uttanfyri ávirkan, og reisti tí spurningin um vit ikki skuldu ganga burtur frá at býta býráðið í meir- og minniluta.
-Tað hevði verið nógv betur um vit arbeiddu í sátt og semju, og tí haldi eg at vit eiga at ganga burtur frá at býta upp í meir- og minnilutar, helt Katrin Dahl.
Hon skeyt upp eina skipan, har størsti flokkur átti borgarstjórasessin, næststørsti valdi síðan ein formansess í einari nevnd, trið størsti flokkur valdi sær síðan ein formanssess os. fr.
Mynd: Katrin Dahl:
Fyrrverandi býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar kommunu, Katrin Dahl, fegnaðist um frálíka býráðsvalið hjá Fólkaflokkinum í Havn, har flokkurin gjørdist størsti flokkur. Hon helt kortini, at tað var nógv fyri, at størsti flokkur skuldi sita fullkomiliga uttanfyri ávirkan, og reisti tí spurningin um vit ikki skuldu ganga burtur frá at býta býráðið í meir- og minniluta.
Mynd: Durita Djurholm