Tað gjørdi Bill Justinussen, limur í Vinnuráðnum, greitt, tá Rás2 tosaði við hann í dag.
Hann sigur, at Vinnuráðið hevur tosað við fleiri av teimum, sum hava trýst mest á í royndini at fáa eitt ES-boykott móti Føroyum. Og eisini hava tey boðið parlamentarikarum úr Írlandi og Skotlandi til Føroya. Júst hesi londini hava verið millum heitastu fortalararnir fyri einum handilsstongsli.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Bill Justinussen segði við Rás2 fyrr í dag.










