Kunnu ikki gera lógir at geva Tjóðveldi vald

– Tað kemur ikki upp á tal at broyta kommunulógina bara fyri at geva Tjóðveldinum í Havn vald aftur, sum tey hava givið Fólkaflokkinum

– Tað kemur ikki upp á tal at broyta kommunulógina bara fyri at geva Tjóðveldinum í Havn vald aftur, sum tey hava givið Fólkaflokkinum.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, sum umframt at vera fyrrverandi borgarstjóri í Havn eisini er løgtingsmaður og parlamentariskt grundarlag undir landsstýrinum.

 

Tað var annars Heðin Mortensen sjálvur, sum í 2008 spurdi Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í kommunumálum, um Jógvan Arge úr Tjóðveldinum tá kundi setast í starv sum løntur varaborgarstjóri í Havn. Tá var svarið úr Innlendismálaráðnum eitt greitt nei.

 

Heðin Mortensen er ikki so sannførdur um, at tað er neyðugt at seta fleiri borgarstjórar í starv. Hann sigur, at man kundi kanska gjørt sum í Danmark, at stóru kommunurnar hava borgarstjórar, sum hava ábyrgd av ávísum økjum, sum til dømis trivnarøki, tekniska øki og so framveigs. Man hann ivast í, um Tórshavnar kommuna er nóg stór til tað.

 

– Skulu vit gera broytingar í kommunulógini, so hugsi eg fyri mær eina størri nýskipan, har vit millum annað velja borgarstjóran beinleiðis. Mær hevði dámt væl, at kommunlógin var tikin upp til viðgerðar. Men tað verður ikki gjørt í panikki nú. Skulu stórar broytingar gerast, so verða tær í øllum førum ikki galdandi fyri tey kommunustýri, sum sita nú.

 

– Eg vóni ikki, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer at koma við broytingum í kommunulógini bara fyri at geva Tjóðveldinum aftur vald, sum tey hava givið Fólkaflokkinum, tí so fær hon uttan iva trupulleikar, sigur Heðin Mortensen.