Tað verður ikki ráð til at lata almennum starvsfólkið lønarhækkingar næsta ár.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Landsstýrið hevur helt fund í Suðuroy í allan gjár og tá ið Sosialurin fekk orðið á løgmann umborð á Smyrli á veg norður til Havnar í morgun, staðfesti hann, at sum fíggjarliga støðan í samfelagnum er, mugu øll spenna beltið fastari um miðjuna, bæði tað almenna og vanligi føroyingurin.
Hann sigur, at landsstýrið er av álvara farið undir eitt arbeiðið, sum skal miðja eftir at fáa hallið á fíggjarlógini burtur upp á 3-5 ár.
Ein liður í arbeiðnum hjá landsstýrinum at fáa hallið á fíggjarlógin upp á 500 milliónir, burtur, er at avmarka almennu útreiðslurnar, har tað ber til, uttan at leggja samfelagið í dvala.
- Landið sleppur ikki undan at tálma útreiðslurnar, sigur Kaj Leo Johannesen
Ongin útreiðsluhækking
Tann fyrsta oktober næsta ár ganga sáttmálarnir hjá almennu fakfeløgunum út, men løgmaður sigur, at sum støðan er nú, er tað ongin, sum setir nøsina upp eftir lønarhækkingum.
- Lønirnar eru hækkaðar nokk so fitt hesi seinastu árini og eg haldi ikki, at tað er nakar, sum droymir um, at lønirnar skulu hækka aftur næsta ár, sigur løgmaður.
Sostatt sigur hann, at tað er ikki væntandi, at lønarhækkingar hjá almennum starvsfólki næsta ár.
Kortini ásannar hann, at hetta er ein spurningur, sum fakfeløgini eru við til at gera av í samráðingunum við fíggjarmálaráðið.
Men í øllum førum staðfestir hann eisini, at almennu útreiðslurnar verða ikki hækkaðar næsta ár.
- Tað merkir, at skuldi tað hent, at onkrar lønir hækka, skulu hækkingarnar takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar hjá tí almenna skulu ikki hækka næsta ár.
- Tað verður heldur tvørtur ímóti sigur hann.
- Og tað er alt sum talar fyri, at støðan verður tann sama í 2011, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Óneyðug provokation frá løgmanni










