Føroyskir útflytarar hava fingið møguleika at útflyta turkaðan og saltaðan upsa, krabba og kúving tollfrítt til ES Í tøttum samstarvi við vinnuna er eydnast Uttanríkisráðnum at fáa hesar vørubólkar við í handilssáttmála okkara við ES. Nú kunnu vit útflyta 750 tons av turkaðum og saltaðum upsa, 750 tons av krabba og 1200 tons av kúvingi um árið uttan at rinda toll til ES.
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, er sera fegin um nýggju møguleikarnar hjá okkara útflytarum.
-Eg og samgongan ynskja sjálvsagt at skapa føroyskari vinnu so góðar karmar sum gjørligt. Fáar samráðingar eru lættar og henda tilgongdin hevur eisini verið drúgv. Við hegni og áhaldni á okkara sendistovu í Brússel er eydnast okkum at koma á mál. Økta marknaðaratgongd ber boð um, at miðvíst og tætt samstarv millum vinnuna og okkum øðrumegin og ES myndugleikar hinumegin gevur úrslit, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.










