Mánadagin 24. oktober skipa Fiskimálaráðið og Búnaðarstovan fyri íblástrarfundi á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Fundurin hevur til endamáls at viðgera og seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum - og at fremja málini í verki.
Tað verður landsstýrismaðurin í búnaðarmálum, Høgni Hoydal, sum fer at greiða frá politisku málunum hjá landsstýrinum um at gagnnýta og virðisøkja egið tilfeingi og í størri mun at gerast sjálvveitandi við dygdarvørum.
Eftir framløguna hjá landsstýrismanninum, verður høvi hjá fólki at gera viðmerkingar til framløguna hjá Høgna Hoydal og øll, ið varða av ella hava áhuga fyri landbúnaði í Føroyum, eru vælkomin á fundin.
Høgni Hoydal fer at røða um møguleikan at gerast sjálvveitandi við staðbundnum landbúnaðarvørum, og hann fer at røða um royndir, gransking og útbúgving.
Landsstýrismaðurin fer eisini at røða um brúksskyldu, lendisætlan og at velta burtur úr nýggjum.
At enda fer landsstýrismaðurin at taka upp spurningin um fígging av landbúnaði.
Ætlandi skal fundurin á Búnaðarstovuni geva íblástur, viðgerð og uppskot til at orða heilt ítøkilig mál fyri landbúnaðin, og hvussu hesi kunnu fremjast í verki.
Fundurin er almennur, men tó verður heitt á luttakarar um at boða frá á Búnaðarstovuni.










