Kunnu aftur seta línuna í klettin

Loyvt er nú aftur smærri útróðrarbátum, sum reka vinnuliga línuveiði, at seta línuna inni við land.

Tað elvdi til ávísa øsing millum útróðrarmenn, tá myndugleikarnir við kunngerð fyri stívliga tveimum árum síðan gjørdu av, at eingin vinnulig línuveiða kann fara fram í klettin, sum útróðrarmenn plaga at taka til. 

 

Talan er um kunngerð nr. 94 frá 4. juli 2011 um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum við meira. Kunngerðin førdi til, at eisini smærri útróðrarbátar, sum reka vinnuliga línuveiði, noyddust út um eitt ávíst tal av fjórðingum, áðrenn línan kundi setast.

 

- Henda kunngerð er nú farin úr gildi aftur, og tí er aftur frítt hjá bátum við línu at fiska inni við land, sigur Fiskiveiðieftirlitið á síni heimasíðu í dag.