Náttúrgripasavnið og Umhvørvisstovan skipa fyri fundi um evnið í Miðlahúsinum í kvøld, mikukvøldið 18. mars, kl. 19.00.
Útlátið av kyksilvuri er í støðugari minking í okkara parti av heiminum. Hetta vísa kanningarúrslit, sum Umhvørvisstovan hevur savnað.
Í kvøld verður fundur um grind og umhvørviseitur í Miðlahúsinum.
Spurningar, sum verða umrøddir:
? Hvussu fer yvirvøkan av grindahvali fram?
? Hvussu er við kyksilvur og PCB í grindahvali; síggja vit nakrar broytingar?
? Hvussu við øðrum dálkandi evnum í grindahvali, sum flammutálmandi evnum, PFOS og øðrum?
? Hvussu við øðrum havsúgdjórum, eru tey ikki eisini dálkað?
? Hvar heintar hvalur dálkingarevnini?
? Hvat kunnu Føroyar gera við dálking av høvunum?
Skráin fyri tiltakið í kvøld er hendan:
- Bjarni Mikkelsen, Náttúrugripasavnið, fer at greiða frá um grind og um møguligar keldur til dálkingarevni.
- Maria Dam, Umhvørvisstovan, fer at greiða frá um umhvørviskanningar og umhvørviseitur í grind.
- Spurningar og kjak
Tað eru Umhvørvisstovan og Náttúrugripasavnið, sum skipa fyri fundinum, sum er almennur og ókeypis.