Kunningarfundur um slaktigóðsku á alifiski

Hálvthundrað fólk møttu á kunningarfundinum »Slaktigóðska á alifiski, sum Fiskaaling og EWOS skipaðu fyri í síðstu viku

Tíðindaskriv

Týsdagin 22. juni boðaði Fiskaaling og EWOS til kunnningarfund við heitinum »Slaktigóðska á alifiski«. Vinnan tók sera væl undir við fundinum og møttu um 50 fólk frá so gott sum øllum alifyritøkunum í Føroyum. Hesin fundur var partur av verkætlan ið Fiskaaling arbeiðir við innan sama evni. Verkætlanin ber heitið »Góðska og strongd á alifiski frá ringi til slakt« og er hon ein samstarvsverkætlan millum PRG í Gøtu, Kryvjing í Klaksvík, Sørvágslaks í Sørvági og Fiskaaling. BP Amoco hevur fíggja verkætlanina.
Tað var serfrøðingurin Dave Robb frá EWOS innovation ið helt fund-in. Dave hevur gjørt doktararitgerð innan slaktigóðsku og hevur drúgvar royndir innan hetta øki frá millum annað Kanada, Chile, Bretlandi og Noregi. Evnini sum vóru tikin upp á fundinum vóru dioxin í alifiski, vegetabilsk ráevni í alifóðri og hvørja ávirkan strongd og handfaring hava á góðskuna á flakinum. Tað var serliga hetta síðsta ið vigaði tungt á fundinum. Royndir vísa, at handfaring áðrenn slakt hevur stóra ávirkan á góðskuna á flakinum. Øktar vøddarørslur við tøku gera at fiskurin brúkar orkuna í hvítu vøddunum og fara vøddarnir yvir til at framleiða mjólkasýru. Hetta ger at pH?ið í vøddunum fellir. Stór broyting hevur negativa ávirkan á lit, spalting og fastleika á flakinum. Greitt varð frá, hvussu handfaringin frá ringi til slakt kundi gerast á ein hátt, ið er minni strongjandi fyri fiskin. Dave greiddi frá slóðbrótandi slaktilinju, sum hann hevði verið við til at ment í Skotlandi. Eisini varð lagt fram um blóðgilinjuna, ið Rógvi Nielsen hevur útviklað. Henda maskina hevur víst seg at hava sera góða ávirkan á bæði góðsku og umhvørvið.
Fundurin lýsti hvussu ein lítaleys tøkumannagongd kundi økja munandi um góðskuna á føroyskum alifiski.