Kunningarfundur um nýggjar íbúðir

- Møguleiki verður eisini at tekna seg fyri eina lutaíbúð, siga stigtakararnir til fundin.

 

Mikukvøldið hin 4. november klokkan 19 verður almennur kunningarfundur í Tofta skúla um íbúðirnar, sum Bústaðir byggja á Kneysum á Toftum, og á fundinum fara bæði umboð fyri Nes kommunu og Bústaðir at luttaka.

- Talan er um tveir íbúðarbygningar á tilsamans 18 íbúðir. Í øðrum íbúðarbygninginum  verða 10 leiguíbúðir, og í hinum verða átta lutaíbúðir. Leiguíbúðirnar verða eftir ætlan lidnar um ársskifti, og lutaíbúðirnar verða lidnar móti sumri.

Í Nes kommunu siga tey, at á fundinum mikukvøldið verður kunnað um verkætlanina, íbúðirnar, kostnaðir og um, hvussu lutafelagið verður skipað. - Eisini verður møguleiki fyri at tekna seg fyri eini lutaíbúð, siga fyrireikararnir, sum eru Nes kommuna og Bústaðir