Eftirmetingin visti at siga, at m.a. sløkkiinnsatsurin gekk "ópáklæðiliga" ella rímiliga væl. Men nakað av venjingini misti eitt sindur av tí "veruleikanum", sum ætlandi skuldi verða í henni. Vit fingu ikki rættiliga alt tað fram, sum vit ætlaðu.
Orsøkin var, at alarmsentralurin ikki fekk boðini út til allar sløkkiliðsmanningarnar.
Tað hevur síðani verið nevnt, at sløkkiliðsmanningarnar mugu kanna sínar telefonir við at ringja til telefonverkið, og so hevur eisini verið nevnt, at bert Tórshavnar- og Klaksvíkar kommunur uppfylla § 12 í brunalógini um útkalling.
Her kann viðmerkjast, at um tosað verður um ta serligu (pippara) útkalliskipanina, sum sløkkiliðini í Tórshavn og Klaksvík hava, og um skyldurnar í § 12 fyri restina av landinum undir einum, so stendst hetta møguliga av eini misskiljing ella má okkurt onkursvegna vera komið skeivt fyri.
Vit hava frá sløkkiliðsleiðarum fingið nakrar spurningar um hetta.
Av tí at hetta við tilkalling og kommunuskyldu hevur stóran almennan og prinsippiellan týdning, skal verða sagt frá, at kommunurnar kring landið, við verandi skipan uppfylla ásetingarnar í § 12 í brunalógini.
Í stuttum sigur § 12 hetta (eitt brot endurgivið á donskum).
"For hver kommuna skal der findes en plan for alarmering af brandvæsnnet.
Fyri at koma aftur til sjálva útkallingina er tað soleiðis, at "kiksini" við útkallingini á alarmsentralinum, sum man hoyrir um av og á, mugu ikki leggjast, hvørki kommununum ella tí vanliga sløkkiliðsmanninum til last.
Tí í so máta eru hesi bert vanligir telefonfelagaðar.
Nevnast kann annars, at tað eru tilsamans um.l. 500 sløkkiliðsfólk á teimum ymsu tilkallingarlistunum og har eru okkurt um 1100 telefonnummur. Hetta umsitur og dagførir Brunaumsjón landsins saman við brunaumsjónarmonnunum kring landið.