Umframt Niels Sørensen og Graham Stewart, sum er stjóri í Faroe Petroleum í Aberdeen, var eisini enski meklarin hjá virkinum partur av temakvøldinum.
Hesin eitur Frank Moxon, og uttan at fara heilt í dýpdina við sínum tilfari, so hevði hann eina greiða gjøgnumgongd av virkseminum hjá enska virðisbrævamarknaðinum.
Serstakliga legði hann dent á AIM-marknaðinum, sum er tann minni av ensku marknaðunum. Tað er á hesum, at Faroe Petroleum er skrásett.
Uttan at hann beinleiðis legði seg út í nakað søluarbeiði, so tosaði enski meklarin nógv um, hvørjir fyrimunir og vansar vóru, tá eitt felag letur seg skráseta á marknaðinum.
Serliga legði hann stóran dent á tey krøv, sum verða sett einum skrásettum felag á marknaðinum. Tað eru nógvar spælireglur, sum skulu yvirhaldast, og í ringasta føri kann allur handil av partabrøvum hjá einum virkið verða suspenderaður, um hesi ikki verða hildin.
Óavmarkaður kapitalur
Hinvegin, so eru eisini fyrimunir við einum so sterkum marknaði, sum tí enska.
Sæð við føroyskum eygum, so er talan um at kalla óavmarkaðar mongdir av kapitali, sum kann fáast til vega.
Sum dømi um hetta nevndi hann, at AIM-marknaðurin í dag telir íalt 1.024 fyritøkur, sum tilsamans hava eitt virði á nærum 350 milliardir krónur. Til sammetingar kann sigast, at virðið á fyritøkunum á Main Market er ikki minni 36.000 milliardir. Sanniliga upphæddir, sum seta eitt pinkalítið føroyskt oljuævintýr í perspektiv.
Í mikudagsblaðnum komandi verður á vinnusíðunum meira gjørt burtur úr fyrilestrunum, sum vórðu hildnir, eins og hugt verður at, hvat samband hesir hava við føroyskt vinnulív.