Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminalpolitiið í Føroyum, segði við útvarpið leygardagin, at politiið ikki kann forða slatursøgum, og at politiið ikki hevur møguleika at kunna fjølmiðlarnar í hesum máli, sum er so eymt, tí ein maður situr varðhaldsfongslaður.
Men her fer Bergleif Brimvík skeivur.
Sjálvandi hevði tað hjálpt, at politiið regluliga kunnað fjølmiðlarnar. Tað hevði steðgað slatursøgum, og á tann hátt koma bara váttað tíðindi út í málinum.
Tað er eisini ørkymlandi at hoyra, at løgreglan ikki tekur sær ábyrgd av at veita teimum avvarðandi kreppuhjálp.
Tað hevði skapt viðring, sum løgreglan setti fólk av til at kunna um hetta málið – bæði fyri tey avvarðandi og fyri alt Føroya fólk, sum nú er partur í málinum.