Týska stjórnin hevur í dag skrivað undir eina avtalu, sum gevur fólki atgongd til fleiri milliónir skjøl frá nazi-tíðini. Tað eru tó í fyrsta lagi granskarar, sum fáa atgongd til skjølini.
Higartil hava bara offur fyri jødatýningini hjá nazistunum havt atgongd til skjølini, og týsku myndugleikarnir hava leingi hildið uppá, at teir kundu ikki lata onnur sleppa at hyggja í tey, tí tað hevði verið í stríð við landsins lógir um persónsverju. Men eftir áhaldandi trýst hevur Týskland játtað at lata skjalagoymslurnar upp. Tað eru serliga eftirkomarar hjá offrum frá nazi-tíðini, sum hava lagt trýst á Týskland, tí tey halda uppá, at tey hava rætt til at fáa at vita, hvat hendi teirra forfedrum.
Ellivu lond hava verið uppi í samráðingunum um tey loyniligu skjølini, og sambært avtaluni skulu øll londini staðfesta semjuna, áðrenn hon kemur í gildi.