Nógv umrødda kunngerðin, ið skipar fiskiskapin á Flemish Kap í ár, er nú lýst.
Eins og væntað, so verða tað trolarar í bólki-2 og línuskip í bólki-3, sum fáa fyrsta rætt at søkja um fiskiloyvi á Flemish Kap. Fiskiskapurin verður skipað sum felagskvota, tað vil siga at øll hava frítt at fiska, til kvotan er uppi.
Lýsta kunngerðin er orðað soleiðis:
§ 4. Fiskiloyvi, sbrt. § 3 til fiskiskap eftir toski á Flemish Kap, verða latin eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum hava fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi í bólkunum 2 og 3 sambært § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Fiskifør í bólki 3 skulu veiða við línu.
Stk. 2. Rættindi at fiska tosk á Flemish Kap verða latin fiskiførum sum felags árskvota.
Um so er at trolarar og línuskip ikki fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap, so hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tryggjað sær rættin at lata øðrum kvotuna at fisk.
Í grein-5 í kunngerðini stendur at:
§ 5. Um eigari av fiskifari, sum hevur fingið til- søgn um fiskiloyvi sbrt. § 4, ikki hevur gagnnýtt fiskiloyvið innan 1. juli 2013, og útlit ikki eru fyri, at kvotan verður fiskað, kunnu loyvi verða latin øðrum umsøkjarum. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Fiskimálaráðið gera undantak frá krøvunum og treytunum í § 4, og í viðgerðini leggja dent á:
1) at føroyska kvotan av toski á Flemish Kap í 2013 í størst møguligan mun verður gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap á Flemish Kap í 2013,
2) at umsøkjarin hevur eitt fiskifar við veiðiloyvi, 3) at fiskifarið skal kunna virka og frysta fiskin umborð, og hevur drúgvar royndir frá hesi framleiðslu.
Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er 3154 tons.