Kunngerðir um flyting av loyvum og fiskidøgum

Tíðindaskriv
Fiskimálaráðið

Í Kunngerðablaðnum, sum kom út um vikuskiftið, lýsir Fiskimálaráðið tríggjar nýggjar kunngerðir um flyting av loyvum og fiski-døgum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum boðaði herfyri frá, at øll avgreiðsla av málum um samanlegging av veiðiloyvum og avhending av fiskidøgum varð útsett til kunngerðirnar á økinum vóru endaliga lýstar og settar í verk.
Kunngerðirnar, ið nú eru lýstar, eru um flyting av veiðiloyvum, avhending av fiskidøgum og flyting av fiskiloyvum millum smærru útróðrarbátarnar.

Kunngerð um flyting av veiðiloyvum
Ein av nýggju kunngerðunum, sum nú er lýst, er um mannagongdir og áseting av fiskiorku í sambandi við flyting og samanlegging av veiðiloyvum hjá fiskiførum 15 tons og størri, sum eru undir dagaskipanini undir Føroyum.
Eftir lógini um vinnuligan fiskiskap kann veiði-loyvi verða flutt á fiskifar við ongum veiðiloyvi ella lagt saman við fiskifari við veiðiloyvi. Somuleiðis kunnu tvey veiðiloyvi verða flutt á fiskifar við ongum veiðiloyvi.
Treytin fyri at flyting kann fara fram er, at fiskiorkan ikki verður størri enn frammanundan.
Grundarlagið undir áseting av fiskiorku hjá fiskiførum, ið royna við húki er ?Longd x breidd x dýpd? og fyri fiskifør, ið royna við troli ?longd x breidd x dýpd x maskinorka?
Veiðiloyvi og fiskidagar kunnu ikki flytast frá húki til trol og øvugt.

Kunngerð um avhending av fiskidøgum
Kunngerðin fevnir um avhending av fiskidøgum millum fiskifør 15 tons og størri í høvuðsbólkunum 2, 3 og 4 undir fiskidagaskipanini á føroysku landleiðunum.
Eftir kunngerðini kunnu fiskifør í bólki 2 og bólki 4, ið royna við troli avhenda fiskidagar sínámillum, meðan fiskifør, ið bólkunum 3 og 4, ið royna við línu kunnu avhenda fiskidagar sínámillum, fyri eitt ár í senn ella endaliga.
Við atliti at fiskiorku er partrolaraflotin býttur í tríggjar undirbólkar eftir stødd og maskinorku. Trolbátarnir eru býttir í tvey eftir maskinorku. Línuskip eru í einum bólki fyri seg. Útróðrarflotin størri enn 15 tons, ið roynir við línu ella snellu, er býttur í fýra undirbólkar eftir stødd.
Høvuðsreglan er, at fiskidagar kunnu ikki avhendast millum húk og trol og øvugt.
Tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, kunnu fiskidagar tó flytast millum fiskifør í høvuðsbólkunum 2 og 3, t.e. línuskip og partrolarar.
Tá fiskidagar verða fluttir millum fiskifør, verður talið av døgum, ið kann flytast, umroknað. Í kunngerðini er talva við umrokningarvirðum, sum vísa lutfalsliga virðið á fiskidøgum millum bólkar av fiskiførum.

Kunngerð um flyting av fiskiloyvum hjá útróðarbátum undir 15 tons
Tann triðja kunngerðin er um flyting av fiskiloyvum hjá útróðrarbátum undir 15 tons í bólki 5.
Fiskiloyvi kann verða flutt á bát við ongum fiskiloyvi ella tvey fiskiloyvi kunnu verða flutt á bát við ongum fiskiloyvi.
Treyt er, at fiskiorkan ikki verður størri. Grundarlagið undir áseting av fiskiorku fyri útróðrarbátar undir 15 tons er ?longd x breidd x dýpd?.
Lagt kann verða afturat, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, kunnu bátar undir 15 tons í bólki 5 ikki avhenda fiskidagar fyri eitt ár í senn ella endaliga.