Kunnandi tiltak um stomibandasjur

Tiltakið, sum er ætlað fólki, ið eru stomiskurðviðgjørd og teirra avvarðandi, er ókeypis.

Stomiambulatoriið bjóðar nú til kunnandi fyrilestur, sum verður á Hotel Hafnia, mánadagin 24. oktober, frá klokkan 17 til 20.

 

Tiltakið, sum er ætlað fólki, ið eru stomiskurðviðgjørd og teirra avvarðandi, er ókeypis.

 

Dorte Rind frá Conva Tec fer at halda fyrilestur um serstøku stomibandasjurnar hjá Conva Tec's, sum passa til allar stomiir.

 

- Á kunnandi fyrilestrinum fært tú møguleikan at síggja og handfara vøruna, og tú fært eisini høvi at seta spurningar til Elin Vitalis, Lív Lognberg og Dorte Rind, fyrilestrarhaldara.

 

Tilmelding til ókeypis tiltakið á Hotel Hafnia fer fram hjá Lív Lognberg á tlf. 227662 og hjá Elini Vitalis á tlf. 234544.

 

Tað veit heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum at siga.