í annaðkvøld verður kunnandi fundur á Giljanesi um at leggja Miðvág og Sandavág saman í eina kommunu Bygdaráðini í Miðvági og Sandavági samtyktu í heyst at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu í báðum bygdunum um at leggja tær saman í eina kommunu
Fólkaatvøðan verður leygardaginb 19. januar, samstundis sum løgtingsvalið.
Í hesum sambandi verður almennur kunningarfundur í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 20 í auluni á skúlanum á Giljanesi
Á fundinum fara fólk at greiða frá lóggávuni, umframt at fólk eisini fara at greiða frá, hví tey eru fyri ella ímóti kommunusamanlegging.
Bygdarráðslimir verða eisini til staðar og tað verður eisini høvi hjá fundarfólki at seta spurningar.
Fyribils hava tey fingið Eyðun Christiansen, ráðgevara hjá Føroya Kommunufelag, at greiða frá lóggávuni á økinum. Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtuat, fer at greiða frá, hví hann er fyri samanlegging, men væntandi verður eisini onkur annar við á fundinum