Hin 23. mai verður kunnandi fundur í Kvívíkar skúla um fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, sum verður hin 31. mai. Kunnandi fundurin byrjar klokkan 19, og ein skrá er løgd fyri fundin.
Tað verður borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Dánjal Petur Müller, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, at siga nøkur orð um kommunusamanlegging.
Dánjal Petur Müller, borgarstjóri, fer at greiða frá endamálinum við fólkaatkvøðuni, og síðan fara umboð fyri Vága kommunu at leggja fram.
Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, fer at leggja fram, og tað fer borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, eisini.
Eftir framløgurnar verður kjak, og tað verður Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, sum verður orðstýrari á kunnandi fundinum í Kvívík.