Kunnandi fund við kommunurnar

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevði í morgun ein kunnandi fund við kommunurnar um eldraøkið.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevði í morgun ein kunnandi fund við kommunurnar um eldraøkið.

 

Fundurin fór fram á tann hátt, at embætisfólkini løgdu fram yvirskipaða leistin fyri eldraøkið.

 

- Kommunurnar høvdu so møguleika at spyrja um evni og øki, ið tey vóru í iva um, sigur Annika Olsen.

 

Spurningurin hevur alla tíðina verið, um kommunurnar sjálvar skuldu finna eina loysn, ella almannamálaráðið bara skuldi gera av, hvar skápið skuldi standa.

 

- Kommunurnar hava megnað væl at taka við teimum avbjóðingum, sum hava verið framman undan, men vit hava valt at havt ein fingur við í spælinum, nú eldraøkið skal leggjast út, sigur Annika Olsen.

 

Hon sigur, at nevnt hava verið 3.000 fólk í hvørjari eind, men eingin sigur, at tað er ævigi sannleikin.

 

- Men hetta er so eitt tal, ið mett verður er mest passaligt. Nú hava kommunurnar so eina hoyringsfreist fram til 3. desember, og so mugu vit bara síggja, hvussu tær svara, sigur Annika Olsen.

 

Hon heldur, at tað er eitt sindur ringt at tryggja sær, at allir borgarar fáa eitt nøktandi trygdarnet.

 

- Tað kann jú gerast eitt sindur trupult, um vit nú fáa 30 ymisk svar, men lat okkum nú fyrst síggja, hvat kommunurnar svara, og so taka vit tað harfrá, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.