Tórshavnar Musikkskúli 2015? Soleiðis er heiti á tiltaki, sum nevndin fyri musikkskúlan í Havn skipar fyri mentanarnáttina fríggjakvøldið. Á skránni er tónleikakafé, framløgur og kjak.
Musikkskúlanevndin setir ljósvørpuna á karmar og innihald í nýggja Musikkskúlanum, hvørs arbeiði eftir ætlan fer í gongd næsta vár. Tiltakið verður í Posthúskjallaranum Mentanarnáttina 7. juni kl 18.30-21.00.
Umframt tónleikakafé við næmingum úr skúlanum, kunnar forkvinnan í Mentamálanevndini í Tórshavnar Býráð um verkætlanina. Ólavur Jakobsen greiðir frá Musikkskúla Miðnám, ið er skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi. At enda hugleiðir Sunnleif Rasmussen um hví ein musikkskúla?.
Lagt er upp til prát og kjak fyri at fáa nýggjar tankar og spennandi hugskot fram í ljósið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Skrá:
Kl. 18.10 Tónleikur: Tórshavnar Brass Ensemble
Kl. 18.20 Musikkskúlanevndin bjóðar vælkomin
Kl. 18.30 Helena Dam á Neystabø leggur fram verkætlanina um nýggja Musikkskúlan
Kl. 19.00 Ólavur Jakobsen: Kunnar um Musikkskúla miðnám
Kl. 19.30 Tónleikur: Klarinettorkestrið spælir
Kl. 20.00 Sunnleif Rasmussen: Hví ein musikkskúla?
Kl. 20.30 Tónleikur: Miðnámsbólkurin framførir
Ólavur Jakobsen er orðstýrari