Ætlanin er, at Faroe Islands Business Guide verður ein víðfevndur vegvísari ætlaður útlendskum fyritøkum. Tað er eisini ætlanin, at hesin vegvísarin skal síggjast á internetinum, og ber til síggja dømi um hetta á web-adressuni
farbiz@farbiz.com
Í vegvísaranum verða hentar upplýsingar um føroysk virki og tað føroyska samfelagið.
Bókin verður send 3.000 úrvaldum virkjum og fyritøkum. Adressulistin við hesum 3.000 virkjum og fyritøkum verður lagdur út á internetið, so at føroyska vinnulívið eisini fær gagn av honum. Tað fer eisini at verða gjørligt hjá lýsarum sjálvum at gera vart við ynski teirra um, hvør eigur at fáa Faroe Islands Business Guide sendandi..
Á Sansum siga tey, at ætlanin er, at Vinnuhúsið, Útflutningsráð Føroya og danskar sendistovur úti í heimi skulu býta bókina út. Harafturat verður bókin at finna á ymsum altjóða framsýningum umframt at hon verður marknaðarførd á internetinum. Øll, ið hava lýsingar í bókini fáa eisini eitt eintak sendandi.
Bókin verður um 350 síður og verður givin út á donskum og enskum í 12.000 eintøkum tilsamans. Ætlanin er, at bókin skal koma út í september ár 2000, og at hon síðani skal koma út annaðhvørt ár.