Kunna um at fáa jødar aftur til Ísrael

Hetta vikuskiftið vitjar ortodoksi jødin, Eliezer Braun aftur í Føroyum

Saman við honum eru hjálparmaður hansara í Noregi, Hjalmar Svennevik, og kendi danski prædikumaðurin, Moses Hansen.
Ferðin er, eins og seinast, at kunna um arbeiðið at fáa jødar heimaftur til Ísrael. Felagið "Shuva Ísrael", sum Eliezer Braun umboðar, er stovnað fyri at útvega pening og aðra hjálp, í samband við projekt í Samaria, har búpláss verða bygd til heimkomandi jødar.
Á ferðini fara bæði Eliezer Braun og Moses Hansen at siga frá støðuni í Miðeystri. Eliezer Braun kennir sviðan av terrorismu dagliga, og Moses Hansen hevur nýliga vitjað Ísrael og hevur vitjað fleiri pláss, har ferðafólk annars ikki fáa loyvi av vitja, av trygdarávum.
Ferðalagið vitjar fylgjandi samkomur:
Sunnumorgun kl. 11.00 Lívsins Orð í Runavík
Sunnukvøld kl. 18.00 Betania í Skopun
Mánakvøld kl. 20.00 Keldan í Skálabotni og
Týskvøldið kl. 20.00 Soli Deo Gloria í Klaksvík.
Shuva Ísrael hevur upprætta eina føroya-deild, og føroyingar, ið ynskja at stuðla heimkomu jødanna, kunnu ringja á tlf. 314828. Girokontonr. hjá Shuva Ísrael- føroyar er 202061.