Kunnaðu seg um vinnu í Vágum

Mánadagin vóru numleið 70 næmingar av Føroya Handilsskúla á ferð í Vágum og kunnaðu seg um vinnuna í oynni

Undirvísing

Vágar:Næmingar úr trimum flokkum á Føroya Handilsskúla vóru mánadagin vesturi í Vágum og hugdu av ymskum vikjum og fyritøkum i oynni.
Ein teirra, ið hitti næmingarnar, var Terji Nielsen, kunningaleiðari hjá Felagnum Vágar.
Hann greiðir frá, at talan var um lið í eini verkætlan, handilsskúlanæmingarnir hava í samband við undirvísingina. Teir kanna virki og gera metingar og lýsingar av teimum, sigur hann.
Sjálvur hitti Terji Nielsen næmingarnar á Hotel Vágum, har hann greiddi teimum frá virki sínum sum kunningrleiðari, og hvat Kunningarstovan hevst at og kanska ikki minst, ætlandi skal gera, sigur hann.
Næmingarnir, sum vóru umleið 70 í tali, vóru úr trimum flokkum á Handilsskúlanum. Talan var kortini ikki um allar flokkarnar, tí einir tveir vóru eftir.
Næmingarnir lótu væl at, sigur kunnignarleiðarin. Tei hildu seg vera væl komnar í oynni, og fegnaðust um, at opinleikin var stórur á virkjum og fyritøkum, tey vitjaðu.