Tey fara at kunna næmingar í miðnámsútbúgvingunum og í framhaldsútbúgvingum um møguleikarnar, eins og stílað verður fyri almennum fundum.
Jógvan Hugo Hansen er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Á heysti 1996 fór hann á Høgskolen i Stavanger at taka eina eftirútbúgving innan petroleumsteknologi, og síðani á sumri 1997 hevur hann arbeitt hjá Statoil í Stavanger. Í løtuni arbeiðir hann serliga við viðlíkahaldi av brunnum, sum skulu keypast frá ymsum tænastu- og veitingarfyritøkum.
Unn á Lað byrjaði í heyst at lesa petroleumsverkfrøði á Høgskolen i Stavanger. Hetta er ein 3 ára útbúgving, ið gevur møguleika fyri framhald 2 ár til sivilverk-frøðing.
Jógvan Hugo Hansen fer í sínari framløgu serliga at vísa á, hvørjir arbeiðsmøguleikarnir eru innan oljuvinnuna, og hvørjar fakligar fortreytir feløgini seta til arbeiðsmegina innan ymisk fak. Harumframt fer Jógvan Hugo Hansen ítøkiliga at vísa á fyritøkur, ið hava áhuga fyri at taka fólk í arbeiði.
Unn á Lað fer at greiða frá teimum ymsu lestrar-møguleikunum í Stavanger, eins og hon fer at umrøða allar spurningar í sambandi við lestur í Stavanger. T.d. lestrarstudning, íbúðarviðurskifti, undirvísing og sosiala samveru hjá teimum lesandi.
Vit vita, at oljuvinnan nærkast Føroyum, og tí er tað av sera stórum týdningi, at vit hava bæði fólk við útbúgving og royndum innan oljuvinnuna, í tí løtu eitt oljuvirksemi verður í føroyskum øki. Kunningarferðin hjá Jógvani Hugo Hansen og Unn á Lað er eitt ynski um at lýsa bæði arbeiðs- og lestrarmøguleikar í Noregi við eygunum hjá 2 føroyingum, sum frá egnum royndum kenna til viðurskiftini í Noregi. Fyri at føroyingar í so stóran mun sum gjørligt kunnu fáa arbeiði í hesi kmandi vinnu, er tað neyðugt at fyrireika seg, og tann besti hátturin at fyrireika seg uppá er at útbúgva seg og fáa arbeiðsroyndir. Kunningarferðin er ein ítøkiligur máti at vísa á hesar møguleikar við atliti til oljuvinnuna.
Kunningarferðin er løgd til rættis í samstarvi við Statoil vegna AMG (Atlantic Margin Group).
Skrá fyri kunningarfundir í Føroyum
um oljuútbúgvingar
í døgunum 12.?16. januar 1998
Mánadagin 12. januar
kl. 10.15Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali og Føroya Handilsskúli á Kambsdali
Kl. 13.40Til Klaksvíkar við báti
Kl. 14.30Tekniski Skúlin í Klaksvík og Klaksvíkar HF-skeið
Týsdagin 13. januar
kl. 9.00Føroya Handilsskúli í Tórshavn
Kl. 11.00Tíðindafundur á Føroya Handilsskúla í Tórshavn
Kl. 14.30Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Tórshavn
Kl. 17.30Til Suðuroyar við Smyrli
Kl. 20.00Almennur fundur á Tvøroyri
Mikudagin 14. januar
kl. 9.00Tvøroyrar Skúli, framhaldsdeildin
kl. 13.00Studentadeildin í Vági og Vágs Skúli, framhaldsdeildin
kl. 15.30Til Havnar við Smyrli
kl. 19.30Fundur við Føroya Verkfrøðingafelag í hølum felagsins
Hósdagin 15. januar
kl. 9.00Maskinmeistaraskúlin, Tórshavn
kl. 15.00Tekniski Skúlin í Tórshavn
kl. 19.30Almennur fundur á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði um útbúgvingar við atliti at arbeiði í oljuídnaðinum
Fríggjadagin 16. januar
kl. 9.00Eysturskúlin, framhaldsdeildin
kl. 11.00Føroya Sjómansskúli, Tórshavn
kl. 13.30Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin