Kundu verið sjálvbjargin við eplum

Nú ræður um sum skjótast at fáa eplini í jørðina, sigur Peder T. Haahr, ráðgevi á Búnaðarstovuni

Í góðveðinum í seinastu viku fór Peder T. Haahr í royndarveltuna, sum Búnaðarstovan hevur á Miðgerði í Kollafirði.
Búnaðarstovan hevur annars eisini royndarveltu á Sandi.
Í báðum veltum verða hvørt ár roynd nýggj epla­sløg, men tey kendu sløgini verða eisini sett niður.

22 sløg
Í ár eru 22 sløg í royndar­veltunum. Tað kann al­tíð vera, at okkurt nýtt epla­slag roynist væl, smakkar væl ella gevur nógva fold.
– Fyrr var vanligt, at eplini skuldu setast niður flaggdagin, og taðvar ikki av leið. Jú seinni verður sett niður, størri er vandin fyri svartaspillu, tí eplini bráðvaksa. Haraftrat kem­ur minni burturúrum, um eplini fáa meira tíð at vaksa, sigur Peder T. Haahr.
Hansara tilmæli er at seta niður í seinasta lagi tvær vikur inn í mai.
Ein keðlig spilla í mang­ari eplaveltur er róta­sopp­urin. Tilfar fæst at viðgera eplini móti hes­um soppinum.
Peder T. Haahr hugnar sær í eplaveltuni, og hann hevur ilt við at skilja, at ikki meira verður velt av eplum í Føroyum. Og av rótum.

Deiligt arbeiði
-–Tað hevur einki uppá seg at fara út í veltuna nakrar hálvar dagar um várið og um heystið, tá ið veðrið er gott. Tað er gott fyri alt, sigur Peder T. Haahr.
Hann veit, at fleiri menn hava fingið sær maskinur at loysa fløg við bæði há sær sjálvum og fyri onnur.
– Vit kundu væl verið sjálvbjargin bæði við epl­um og rótum, tí tað veksur væl í Føroyum, og tað má loysa seg, sigur Peder T. Haahr.