FLOGBÓLTUR
Saman við Jóhan Petur á Stongum hevur Kristian Mikkelsen í tveir mánaðir arbeitt við at fáa kvinnulandsliðið at leggja seg eftir einum nýggjum spælistíli, ið serliga skal fáa miðjuna at flyta seg meira, so sleppast kann undan blokkinum hjá mótstøðuliðnum.
Nýggi spælistílurin skuldi so standa sína roynd, nú Danmark sendi sítt besta kvinnulandslið hendavegin um vikuskiftið. Føroyar taptu teir báðar dystirnar, men í fyrra dystinum í Trongisvági leygardagin eydnaðist at vinna eitt sett, og tað var eisini um reppið, at tað eydnaðist í dystinum á Giljanesi í gjár.
– At vit fáa danska landsliðið hendavegin, er øgiliga væl rakt. Tær eru eitt lítið sindur meira royndar enn okkara spælarar, men tá vit spæla upp til okkara allarbesta, kunnu vit saktans vinna á teimum. Vit síggja, at munurin á okkum og hinum er minkaður nógv, segði hann.
Eru væl fyri
Kristian Mikkelsen ásannaði, at dystarvenjingin helst var størsti munurin á liðunum, og at tað kostaði hesa ferð:
– Vit skuldu í veruleikanum havt vunnið bæði fyrsta og annað sett í seinna dystinum, tí heldur enn at tað var Danmark, ið vann á okkum, vóru tað vit, sum ikki tordu at spæla, tá vit fingu teir heilt løttu bóltarnar, sum vit eiga at vinna, segði hann.
Nú smáar tvær vikur eru til Oyggjaleikirnar á Álandi, er upp til venjararnar at fáa rættað nøkur av tingunum, so tað skal bera til at vinna gullið aftur á Oyggjaleikunum.
– Nú skulu vit bara fínpussa smálutirnar. Vit hava spælt tvey sera góð sett í hvørjum dysti og eru rættiliga væl fyri. Vit skulu nokk sláa til, tá vit koma til Oyggjaleikirnar, segði Kristian Mikkelsen, ið samstundis takkaði teimum, sum vóru og hugdu at dystunum.
– Áskoðararnir hava verið heilt ótrúligir, og at teir hildu so nógvan gang og stuðlaðu so væl, hevði sera nógv at siga fyri okkum. Tað var fantastiskt, segði hann.