Elin Maria og Anita ganga báðar í sama flokki á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Anita var fyrst eina viku hjá Per á Hædd, myndamanni, og síðan eina viku á Sosialinum, meðan Elin Maria var báðar vikurnar á Sosialinum.
Tær siga báðar, at hetta vóru tvær spennandi og læruríkar vikur. Tær kendu seg sera vælkomnar, og starvsfólkini vóru blíð og fyrikomandi.
Um framtíðina siga báðar, at tær kundu hugsað sær at arbeitt við fjølmiðlum.