Kundu fingið 2,9 milliónir meir fyri tómar fløskur

Føroyingar missa hvørt ár eina milliónaupphædd, bara tí at teir ikki lata tómar fløskur inn aftur í handlarnar. Tað vísir ein uppgerð, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt og sum nú er latin Løgtinginum, eftir at Kári á Rógvi, tingmaður, hevur fregnast um hesi viðurskifti.

Annika Olsen sigur, at afturberingin av tómum fløskum og blikkum, er ikki so stór, sum ynskiligt.

Uppgerðin hjá Umhvørvisstovuni vísir, at í 2009 vóru 63 % av øllum seldum fløskum, blikkum og øðrum íløtum, sum eru undir panti, latin inn aftur.

Tað merkir so, at 37% komu ikki innaftur

Í krónum svarar tað til heilar 2,9 milliónir, sum onki pant varð goldið fyri.

Í 2007 vórðu bara 33% latin inn aftur og í 2008 var talið 50%, so í prosentum batnar støðan.

Men verður hugt eftir teimum turru tølunum, er nøgdin av fløskum og íløtum, sum ikki koma inn aftur, veksandi.

Hetta er tí, at sølan alsamt veksur.

Men her eru sjálvandi eisini tær fløskur við, sum brotna, so alt kemur neyvan inn aftur.

Í 2007 vórðu 1.233.752 íløt seld og 404.817 íløt komu inn aftur. Sostatt vóru 828.935 eftir, sum onki pant varð latið fyri.

Í 2008 vórðu seld 2.294.290 íløt, inn aftur komu 1.151.305 íløt og sostatt vórðu 1.142.985 ikki innlatin.

Og í 2009 vórðu seld 3.752.992 íløt, 2.376.505 vórðu latin inn og heili 1.376.486 vórðu ikki latin inn.