Allir matvøruhandlar, sum hava eitt gólvpláss, sum er 250 m2 ella meiri, koma at svíða fyri nýggju lógini. Teir fáa nevniliga ikki loyvi at hava opið sunnudag.
Smærri handlar, ið hava eitt gólvpláss uppá 249 m2 ella minni, kunnu hava opið so galið teir vilja.
Erling Bech eigur og rekur Ternubúðina í Hoyvík. Og hann heldur lítið um uppskotið.
? Tað er ikki gólvvíddin, sum avgerð hvussu stórur ein handil er. Tað má vera umsetningurin ella talið av vørum. At avgera støddina á handlinum út frá gólvplássium, tað er forferdiligt fjas, heldur Erling.
Nýggjan handil
Erling hevur ognað sær eitt grundøkið í nýbyggingini í Hoyvíkshaganum, har hann hevur ætlanir um at lata ein nýggjan handil byggja. Ein, sum er størri og betri enn núverandi Ternubúðin.
--? Ternubúðin er 240 m2 til støddar og hon er ov lítil. Tað er trongt og ikki serliga kundavinarligt. Tí ætlaði eg at byggja ein størri handil, einar 350-400 m2, sum tó fer at hava júst tað sama úrvalið, sum vit nú hava í Ternubúðini, men har tað verður luftigari og betri gólvpláss, greiðir Erlig frá.
Men byggir hann ein størri handil, fyri at bøta um keypiumstøðurnar hjá kundunum, missir hann inntøkuna allan sunnudagin.
-? Hatta við, at sunnudagurin skal vera tann friðarligi dagurin, hatta er longu farið. Fólk keypa inn sunnudagar, og tey hava langt síðani vant seg við, at fara til handils tá. Tí dugi eg ikki at síggja, hví nakrir handlar skulu fáa ágóðan av sunnudagssøluni, og aðrir ikki, undrast Erling.
Og at plássið á gólvinum skal vera avgerandi, heldur hann vera púra burturvið.
Hann heldur tað vera løgið, at handilseigarar mugu lækka støðið á handlunum, gera teir smærri og trengri, fyri at fáa fyrimunir av nýggju upplatingarlógini.
? Í seinasta enda eru tað jú kundarnir, sum koma at merkja tað. Umstøðurnar hjá teimum at keypa, verða jú verri. So handan lógin er púra burturvið.
Velur Erling at gera ein góðan og rúmligan handil, sum er kundavinarligur at koma inn í, missa kundarnir í Hoyvíkshaganum møguleikan at keypa sunnudag. Og tað má jú eisini metast sum eina tænastu at hava opið sunnudag.
Velur hann at hava opið sunnudag, má handilin minkast.
? Og so fer man at hugsa øðrvísi um at byggja nýggjan handil fyri milliónaupphædd, tá man so ella so missir fyrimunir, sigur hann.
? Sum er, er eingin handil í økinum yviri í Hoyvíkshaganum. Tá eg lati upp, verði eg tann einasti handilsmaðurin har. Og tað er óalmindiliga harmiligt, at alt fólkið har má noyðast við, antin at hava ein trongan handil ella ikki at hava møguleika at keypa sunnudag. Tað setir faktiskt kundan í eina keðiliga støðu, staðfestir Erling.
Hann vísir á, at meiningin við at byggja nýtt má vera at byggja betri.
Bensinstøðir góðar dagar
? Við hasum uppskotinum lóggeva teir beint niður í lummarnar á bensinstøðunum og bakarunum. Hetta uppskotið er skraddaraseymað til teirra, meðan vit vanligu handilsmenn verða ógvuliga skerdir, sigur Erling.
Hann vísir á, at Shell? og Statoilstøðirnar hava ein veldigan monopolfyrimun, sum er, og nú verða teir aftur tiknir framum í nýggja uppskotinum. Sostatt hava teir allar fyrimunir.
? Bensinstøðirnar fylla hvønn tanga í føroysku húsarhaldunum. Teir fylla hvønn biltanga í landinum, og nú fáa teir eisini loyvi at fylla hvønn búk. Lóggávan loyvir teimum at koma longur og longur inn á okkara økið, meðan vit verða meiri og meiri skerdir á okkara egna handilsøkið. Tað líkist ongum, heldur Erling.
Hann vísir eisini á, at tað eru fleiri handlar, ið leingi hava ynskt at fáa eina bensinpumpu uttanfyri handilin. Men oljufeløgini hava ein sýtingarrætt, sum ger, at teir kunnu nokta at veita øllum uttan Shell? og Statoilstøðum bensin. Teir sita í eini greiðari monopolstøðu.
? So leingi sum bensinstøðirnar kunnu koma longur og longur inn á okkara økið, áttu vit eisini at kunna komið inn á teirra økið og selt bensin, um vit ynsktu tað, staðfestir Erling.
Hann sigur, at lóggávan sjálvsagt átti at borgað fyri javnvág í handilsheiminum í landinum. Men sum er, er hon til greiðan fyrimun fyri bensinstøðirnar, og hetta hevur sjálvsagt eina ógvuliga kappingaravlagandi ávirkan.
Erling heldur tí, at bensinstøðirnar antin skuldu komið undir eina undantakslóg, sum ikki loyvdi teimum at eta seg inn á økið hjá smáhandlunum, ella at sýtingarloyvið at veitt bensin til vanligar handlar, skuldi verið tikið frá teimum.
Sent mótmælisskriv
Erling Bech hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, við at senda eitt skriv til Vinnumálaráðið, har hann heitir á nevndina um at unhugsað treytirnar, teir hava sett, fyri at kunna hava opið sunnudag. Um ikki annað, so at økja gólvvíddarmarkið til 350 m2.
? Handlarnir hava verið sera illa upplýstir um hetta málið. Sjálvur hoyrdi eg um tað ígjøgnum miðlarnar. Uppskotið er sent til ymsik feløg, men tað eru so nógvir handlar, sum ikki eru í nøkrum felagið. Vit hava tí einki frætt um uppskotið, fyrr enn tað varð viðgjørt i miðlunum, og vit hava tí eisini havt munadi styttri tíð at gjørt vart við okkara ónøgd, enn hinir handlarnir, greiðir Erling frá.
Hann sigur, at hann eisini harðliga má mótmmæla, at lóggávan gevur nøkrum stóran fyrimun, meðan hon leggur bágar í vegin hjá øðrum.
Hann vónar, at hetta verður tikið upp, áðrenn uppskotið kemur endaliga í gildið.
? Sum er, hava summi allar fyrimunirnar, og tað skapar ein forferdiligan trupulleika, sum okkurt má gerast við. Tey kunnu ikki blíva við at fáa fyrimunir. Eg dugi væl at ímynda mær, at nýggja lóggávan fer at gera enda á nøkrum av smáhandlunum, staðfestir Erling at enda.