Kundi ikki geva mær sjálvari munnkurv

Tað var ikki eitt mistak, tá ið forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ringdi til Fimmaran mikukvøldið, hóast avleiðingin var, at fleiri feløg avlýstu fráboðaða verkfallið í annaðkvøld

Verkfall

? Vit blivu hongd út og tí kundi eg ikki tiga.
Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at tað var við beráddum huga, at hon ringdi til Fimmaran hjá Útvarpinum mikudagin, har hon umrøddi ósemjuni á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Júst tað, at hon ringdi til fimmaran og greiddi frá ósemjuni á Landssjúkrahúsinum, setti rættiliga eld í føroysku fakfelagsrørsluna.
Heili 25 feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum høvdu akkrát avtalað at fara í verkfall í eitt samdøgur á midnátt hóskvøldið.
Men samstundis gjørdu tey vart við, at verkfallið var eina og aleina fyri at mótmæla at landstýrið brúkar fútarættin at steðga einari ósemju á arbeiðsmarknaðinum.
harafturat avtalaðu feløgini, at ósemjan, sum er á føðideildini, skuldi undir ongum umstøðum dragast uppí verkfallið.
Mikudagin viðgjørdi Útvarpið fútarættin og ósemjur á arbeiðsmarknaðinum í Fimmaranum
Og tá ið forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar ringdi til Fimmaran og greiddi eitt sindur frá ósemjuni á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, kom reaktiónin beinanvegin.
Hon varð skuldsett fyri at bróta eina klokkuklára avtalu og avleiðingin var, at fleiri feløg, sum høvdu tilknýti til heilsuverkið avlýstu verkfallið aftur.
Seinni varð so alt verkfallið avlýst.

Vit hava okkara mørk
Men Jana H Daslsgaard sigur, at tað var hvørki eitt mistak ella illa umhugsað, at hon ringdi til Fimmaran mikukvøldið.
Hon vísir á, at tað var ikki hon, sum dróg ósemjuna á føðideildini upp í kjakið um fútarættin.
? Í Fimmaranum slapp mótpartur okkara at umrøða ósemjuna á føðideildini.
Hon sipar her til, at bæði Durita Tausen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, umrøddu ósemjuna á føðideildina á Fimmaranum.
? Eftir okkara tykki var talan um eina so einvegis lýsing av støðuni, at vit máttu svara aftur, sigur Jana H.Dalsgaard.
? Vit hava okkara mark fyri, hvat vit kunnu og vilja góðtaka og í Fimmaranum var farið út um tað markið, tí tað var ein lýsing, sum setti okkum í ringt ljós. Tí kundu vit ikki tiga, leggur hann afturat.
? Svaraði eg ikki aftur, skuldi eg givið mær sjálvum munnkurv í eina heila viku til eftir verkfallið og so leingi kundi hetta ikki standa ósvarað, sigur forkvinnan fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Annars hevur hon ongar viðmerkingarnar til avgerðina hjá fleiri feløgum til at avlýsa verkfallið, eftir at hon var í Fimmaranum.
? Tað er teirra avgerð og tað blandi eg meg ikki uppí, sigur hon.
Hon hevur heldur ongar trupulleikar av, at verkfallið heilt varð avlýst.
? Vit mugu minnast til, hvat kom ístaðin. Tað, sum kom ístaðin var, at samráðingar eru um ein víðkaðan gerðarrætt og tað er eitt arbeiði, sum fakfeløgini eru við í. Og samráðingarloysnin er altíð tann besta og tí gjørdufakfeløgini, sum eftir vóru, at vísa sín stuðul til tað arbeiðið við at avlýsa verkfallið.
? Vit eiga eisini at leggja okkum í geyma, at tað eydnaðist 25 fakfeløgumat semjast at mótmæla so harðliga, sum vit gjørdu ímóti, at Landsstýrið brúkar fútarættin sum eitt arbeiðsrættarligt amboð, og tað er eisini at fegnast um, sigur Jana H.Dalsgaard.
Sí annars yvirlýsing frá fakfeløgunum her á síðuni.