Kundi hjálpt løgregluni at uppklára brotsverk

Høvdu vit havt upptøkutól ymsastaðni, hevði tað avgjørt verið ein stór hjálp hjá løgregluni, sigur leiðarin hjá kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn

Brotsverk

Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo

- Varð tað loyvt at hava upptøkutól ymsastaðni á almennum støðum, hevði tað avgjørt verið ein stór hjálp hjá løgregluni í royndunum at uppklára brotsverk.
Tað heldur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn.
Hann heldur tí, at tað er eitt frálíkt hugskot, sum nú er reist um, at tað skal vera loyvt at seta upptøkutól upp á ávísum almennum støðum, har nógv fólk savnast.
- Serliga í Havnini savnast rættiliga nógv fólk um vikuskiftini og har hendir mangt og hvat, sigur hann.
Hann sigur, at talan er mangan um ungfólk, sum kanska eru meiri varin við at venda sær til løgregluna.
Tað kann heldur ikki útihýsast, at fólk lata vera við at venda sær til løgregluna, ella ikki tora at vitna ímóti brotsmonnum, tí tey eru bangin fyri hevnd. Viðurskiftini eru smá, so møguleikin er altíð stórur fyri at møta teimum, tey vitna ímóti og so eru tey bangin fyri hevnd.
- Tað kann ikki útihýsast, hóast revsingin fyri at gera seg inn á vitni er rættiliga hørð, staðfestir Bergleif Brimvík.

Ein stór hjálp
Hann sigur, at løgreglan hevði avgjørt onki havt ímóti at myndatól við beinleiðis sambandi við politistøðina, vórðu sett upp á ávísum støðum, har nógv fólk savnast.
- So kundi vakthavandi á politistøðini fylgt við, hvat gekk fyri seg, og tók nakað seg upp, kundi hetta verið eitt hent tól hjá løgregluni at havt, tá ið hon fer á staðið og eitt mál skal uppklárast. M.a. kundi vakthavandi sæð, hvønn veg møguligir brotsmenn flýggja.
Bergleif Brimvík sigur at í teimum londum, har upptøkutól eru loyvd, eru tey løgregluni til stóra hjálp, eitt nú í Íslandi og í Bretlandi.
- Eg havi eisini so seint sum í morgun fingið teldubræv í Danmark, har tað verður fortalt, at danska løgreglan í seinastuni hevur kannað 366 upptøkur úr donskum tokvognum og útfrá teimum eru 219 mál um stuldur og onnur brotsverk, uppklárað.
- So tað er eyðvitað, at hetta er til stóra hjálp hjá løgregluni, sigur hann.
Nógv stúra fyri, at hetta er at ganga rættartrygdini ov nær?
- Ja, men øll tey mongu, sum onki hava at krógva, hava heldur onki at óttast, sigur hann.
Men slíkar upptøkur kunnu eisini brúkast ímóti løgregluni sjálvari tá ið hon verður ákærd fyri at brúka óneyðugan harðskap?
- Sjálvsagt. Og tað hava vit onki ímóti, tí vit skulu heldur ikki fara út um mark, sigur Bergleif Brimvík.