Kundi havt skrivað fyri bæði Katy Perry og filmin Twilight

- Eg dugi ekstremt væl at blíva nummar tvey. Hoyr Hans Edward Andreasen greiða frá um tónleikaídnaðin

 The Dreams spældu undanfarna vikuskifti á Livafestivalinum á Tvøroyri. Hans Edward Andreasen greiðir í samrøðuni frá, hvussu stórur munur tað er á, at spæla á festivalum, tá tú spælir til stuttleikar, og tá okkurt trýst er á tær, av eini hvørjari orsøk. Konsertin á Tvøroyri, tá teir fóru á pallin fyri at hava tað stuttligt, varð nógv betri, enn aðrar konsertir teir hava havt, tá týdningarmikil fólk hava verið og lýtt á.

 

Hans Edward greiðir eisini frá, hvussu tónleikaídnaðurin virkar.

- Tú skalt brúka eini 20% talent og 80% held fyri at klára teg. Fyrr hevur tað verið umvent. Tað er ræðuliga moðið, at tað stendur og fellur so nógv á einum persóni. Einum persóni, sum kanska sjálvur hevur mist glóðina fyri tónleikaídnaðinum.

 

Hans Edward Andreasen hevur eisini sáttmála við Warner sum sangskrivari. Hann greiðir í samrøðuni millum annað frá tá hann royndi seg sum sangskrivari fyri Katy Perry og lagskrivari til filmin Twilight

 

Hoyr samrøðuna við Hans Edward Andreasen við at trýsta á pílin undir myndini.