- Hatta var rotið. Men tað er ikki so nógv at gera, tá dómarin hevur tikið reyða kortið fram.
Soleiðis fullu fyrstu orðini hjá Jónasi Tór Næs, tá vit spurdu hann um reyða kortið, sum hann fekk í Beograd. Eitt kort, sum spælarin var eitt sindur bilsin um at fáa.
- Eg visti sjálvandi, at møguleikin var har, tá eg sat á vøllinum. Men eg gjørdist eitt sindur bilsin, tá eg sá, at hann tók næsta gula kortið fram.
Tú noyddist beina lið í skiftingarrúmið. Fekst tú fylgt við seinastu løtuni av dystinum á nakran hátt?
- Ja, tað fekk eg. Eg var sjálvandi í øðini, tá eg kom niður, men eg fór beint eftir telefonini og ringdi til damuna, sum hugdi at dystinum. Og tíbetur gekk tað ikki verri enn ilt. Teir fingu eitt mál aftur, og tað var spell, men tað var ikki tað stóra, sum eg fekk gjørt við tað, sigur Jónas Tór Næs.