- Sum ungur fór eg upp í Fólkaflokkin og fylgdi honum í áravís, men tá ið flokkurin fullkomiliga stagneraði, kundi eg ikki vera við longur. Verðin flytur seg, men Fólkaflokkurin stendur í stað, sigur Poul Michelsen.
Í etisku málunum, sum flokkurin ikki vildi flyta seg í, var ofta langt millum hansara sjónarmið og tí, sum fleiri av hinum stóðu fyri. Í etisku spurningunum, at má persónliga frælsið ráða, men tað kann ikki vera rætt at forða øðrum í at hava hetta frælsi, sigur Poul Michelsen.
- Tað var kommunumálið, sum gjørdi úrslitið. Meirluti var fyri tí frálíka arbeiðinum, sum Annika Olsen gjørdi við kommunuálitinum, men minnilutinblokeraði og hótti við at fara. Vit sluppu ikki so frægt sum at tosa um málið í tinginum.
Poul Michelsen hevur ongar persónligar trupulleikar havt av at fara úr Fólkaflokkinum. Eingin hevur hartað hann fyri tað av álvara, og um so var, hevði hann einki lagt í tað.
Tá ið hann fór úr Fólkaflokkinum, komu aðrir flokkar beinanvegin og vildu hava hann til sín. Men nei takk, segi Poul Michelsen. Hann fór ikki at skifta flokk soleiðis.
- Eg eri frá tí skúlanum, at tú fer ikki úr einum flokki í annan ella av einum liði til eitt annað. Einasta alternativ hjá mær var tí at stovna nýggjan flokk.
Poul Michelsen heldur framvegis, at stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum er góð.
- Stevnuskráin er góð, men hon verður bara ikki handfarin rætt, sigur Poul Michelsen.