Kult-høvundurin: Douglas Coupland

Fyri Douglas Coupland dyrkarar varð bókin Generation X, sum kom út í 1991, bara byrjanin til eina røð av bókum eftir høvundan, sum skjótt fingu kult støðu millum tey ungu. Við seinni bókum sum Girlfriend in a Coma, Shampoo Planet og Microserfs staðfesti Coupland sína støðu sum kult høvundur og sum ímyndin av tíðandanum í 1990 unum. Men hóast tey ungu kendu seg sjálvi aftur í sýruta umhvørvinum og skrivingarlagnum hjá Coupland, avdúkaði hann teirra ironiserandi líkasælu, meir enn hann nakrantíð endurspeglaði hana. Og sum frá leið nærkaðust hansara bøkur eisini so so mikið jørðini, at kult støðan tykist vera farin frá teimum.
Nýggjasta bókin hjá Coupland, Eleanor Rigby, sum kom út á donskum herfyri, snýr seg ikki óvæntað um einsemi. Høvuðspersónurin, tann 36 ára gamla, ovurtjúkka Liz Dunn, kennir seg líka einsamalla og onkisigandi, sum ein McDonald?s serviettur. Inntil ættleiddi, álvarsliga sjúki sonur hennara knappliga ger vart við seg og flytir inn til hana. Frá einum degi til annan fær meiningsleysa lívið hjá Liz, um ikki eina meining, so eina nýggja avbjóðing, sum fær hana at rakna við og minnast, hvør hon kanska einaferð var.
Fyri stuttum legði Coupland seinastu hond á sítt fyrsta filmshandrit. Innihaldsliga leggur søgan seg tætt at kendum Coupland temaum, tá tað knappliga gongur upp fyri unga høvuðspersóninum, at alt hansara lív fer við at skriva um lottovinnarar í blaðnum hjá somu lottofyritøku. Ætlandi byrja filmsupptøkurnar einaferð í summar.
???
ave