Eftir tvær fløguútgávur, eina sjónbandaútgávu og fleiri væl eydnaðar konsertir, eru Kular Røtur vorðnar eitt hugtak í føroyskum tónleikalívi.
Bæði á Norðoyastevnu og á Jóansøku vóru nógv fólk til konsertirnar hjá teimum, og leygardagin fara røturnar úr Klaksvík at spæla á stórari konsert á Varmakeldustevnu.
Seinna fløgan hjá Kulum Rótum, sum kom út fyrst í hesum mánaðinum, hevur selt so væl, at útgevararnir nú fara at uppafturprenta fløgurnar. Tær 1500 fløgurnar, sum vóru gjørdar í fyrstu syftu, eru við at verða útseldar, og hóast bara góðar tríggjar vikur eru síðani útgávudagin, verður nú neyðugt at fáa fleiri fløgur framleiddar.
Á konsertini, sum verður í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin, er nógv á skránni. Fyrst og fremst snýr tað seg um sangirnar, sum fólk kenna frá teimum báðum fløgunum, men harafturat verður eisini stórt myndashow á stórskíggja, skemt, dansigentur og ókeypis Pop-Top og ballónir.
Tann øðiligi Trølla-Pætur verður eisini við á konsertini, og hann fer at syngja onkran sang fyri áhoyrarunum.
Men annars kunnu fólk hoyra sangir sum Hon er omma mín, Hundur mín Kingoson, Abbabeiggi úr Amerika, Bilurin hjá okkum, Nósi og aðrar sangir.
Alt samalt í einum stórum familjutiltaki í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið klokkan 19.00.h;is reytt)
Máltindurin
Signar Johannesen AB 11
Kristoffur Vidtfeldt B71 11
Oddbjørn Joensen AB 9
Pauli Hansen Skáli 9
Egill Steintórsson VB 9
Aksel Højgaard B68 8
Kaj Roest TB 8
Jákup Olsen B68 6
Kári í Láabø VB 6
Svend Poulsen AB 6
Regin Arge B36 5
Hallur Christiansen TB 5
Eyðun Svalbard TB 5