Eyðun Klakstein
Kular Røtur úr Klaksvík hava vaksið seg stórar og sterkar, og í ár fara røturnar at gera nógv um seg.
Talan er um konsertir, fløgu, sjónband, heimasíðu og annað.
Barnafløgan, sum kom fyri jól í fjør, hevur selt úti við 1800 eintøk, og nú verður neyðugt at prenta fleiri eintøk. Eitt sjónband kom eisini um somu tíð, og tað hevur selt eini 1300 eintøk.
Kular Røtur vóru við á konsertini hjá Creamy, men nú verður skipað fyri konsert, har røturnar eru høvuðsnavn.
Hendan konsert verður í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin 15. apríl, og umframt Kular Røtur verður nógv annað á skránni.
Børn, sum duga at spæla klaver og violin fara at royna seg, og millum annað verður sangur hjá einum 10 ára gomlum dreingi spældur.
Búktalari verður eisini við, og ætlanin er at hava stórt myndashow við nýggjum tekningum, sum Jógvan á Høvdanum í Klaksvík hevur gjørt til sangir hjá Kulum Rótum.
Nýggjar sangir og søgur
Í løtuni verður arbeitt við at leggja sangirnar til nýggju fløguna til rættis. Hetta arbeiðið fer fram í Studio Pegasus í Klaksvík, og arbeitt verður eftir sama leisti, sum tá fyrra fløgan varð gjørd.
Ætlanin er at nýggja fløgan við Kulum Rótum skal koma út í juni mánaði í ár.
Seinni í ár ? tá dagarnir fara at styttast aftur ? kemur nýtt sjónband, og tá er ætlanin at gera nógv burtur úr við sangum og søgum.
Í løtuni verður ein nýggja heimasíða hjá Kulum Rótum løgd á netið, og hon kann finnast undir síðani hjá Pegasus.
Og sum prikkurin yvir i?ið fer MBM at framleiða nýggja Pop Top pakkar við motivum frá Kulum Rótum. Talan er í fyrstu syftu um pakkarnar við appelsinsaft.
Annars eru Kular Røtur nógv umbidnar til konsertir í summar, men enn er ikki greitt, nær og hvar konsertirnar verða.
Pláss fyri
fleiri børnum
Eitt av fólkunum aftanfyri Kular Røtur er Steintór Rasmussen, og hann heldur, at Kular Røtur er eitt konsept, sum børnini eru glað fyri, og sum kann halda í eina tíð afturat.
? Vit hava roynt at gjørt gott føroyskt undirhald til børnini, og á konsertini, sum vit fara at halda nú, ætla vit at geva børnunum eitt stórt upplivilsi. Vit fara at gera nógvum burtur úr, sigur hann.
? Ætlanin er, at Kular Røtur skulu koyra eina tíð afturat, og møguliga verður tað útbygt enn meira, so pláss verður fyri fleiri børnunum ? serliga á palli, men eisini sum komponistar.
Tað eru Jógvan Hansen og Arnfríð Lützen, sum eru høvuðssangarar í Kulum Rótum, og tað verða tey eisini á konsertini, sum verður leygardagin um 10 dagar.