Kubica koyrir ikki á Indianapolis

Hetta vikuskiftið er formil 1 í Indianapolis. Eftir ógvusliga óhappið seinasta sunnudag, var stóri spurningurin um pólski formil 1 koyrarin Robert Kubica fór at koyra hetta vikuskiftið. Tað ger hann ikki. Ein 19 ára gamal týskari koyrir í hansara stað

Í gjár gjørdist greitt, at pólski BMW koyrarin Robert Kubica ikki luttekur hetta vikuskiftið, og at 19 ára gamli týskarin Sebastian Vettel koyrir fyri hann. Robert Kubica slapp við einum keiktum fóti og heilaskjálvta eftir eitt av teimum ógvusligastu óhappunum í formil 1 í fleiri ár. Læknaliðið í formil 1 var samt um, at Kubica var frískur aftur, men heittu teir samstundis á hann, um ikki at koyra. Serliga, tí eitt nýtt óhapp so stutt eftir ein heilaskjálvta kundi vera sera vandamikið. Hesa avgerð virdu bæði Kubica og BMW. Hetta verður fyrsta formil 1 koyringin hjá royndarkoyraranum Sebastian Vettel, men fyribils eisini tann síðsta, tí tað tykist eingin ivi at vera um, at Kubica verður aftur á breytini í Fraklandi 1. juli.


Trýstið er øgiligt

Tvær tær seinastu koyringarnar hevur McLaren verið nógv tað besta liðið á breytini. Tað var greitt í kanadisku koyringini, at tvífaldi heimsmeistarin Fernando Alonso ikki kendi seg væl, tá hansara óroyndi liðfelagið Lewis Hamilton setti hann upp á pláss. Alonso hevur ongantíð áður veruliga verið undir trýsti frá einum liðfelaga, og við nógvum villum vísti Alonso, at tílíkt trýst ikki er optimalar umstøður fyri hann. Í vikuni síðan kanadisku koyringina hevur Alonso eisini víst, at hann kennir seg sum ein trýstan mann. Tvífaldi heimsmeistarin man vera ein av best løntu formil 1 koyrarunum, og í Monako gav McLaren liðið unga liðfelaga hansara boð um at halda seg aftan fyri Alonso. Men hóast hetta segði Alonso í vikuni við eitt spanskt blað, at hann kendi, at liðið stuðlaði Hamilton meira enn honum.

Tað er tí greitt, at Alonso hevur nógv at prógva hetta vikuskiftið, tí byrjar hann ikki at vísa, at hann megnar at standa ímóti trýstinum frá liðfelaganum, so veksur trýstið alsamt, og hansara higartil sera góða umdømi kann gerast minni gott. Hamilton harafturímóti hevur á fyrsta sinni smakkað ein sigur, og verður ikki lættur at steðga.


Hamilton vinnur

Seinast misti Ferrari enn eitt fótafet í HM kappingini, við at eisini BMW vóru skjótari enn teir, og orsakað av óhepnum umstøðum við trygdarbilinum á breytini endaðu eisini ein Williams Toyota og ein Renault bilur frammanfyri Ferrari bilinum hjá Räikkönen. Vikuskiftið gjørdist uppaftur verri, tá Felipe Massa var diskvalifiseraður fyri at koyra framvið einum reyðum ljósi á veg úr pittinum. Tí hevur Ferrari nógv at prógva, men tað man vera ivasamt, at liðið megnar at avbjóða McLaren bilinum hjá Hamilton, ið frammanundan tykist, sum nógv besta boðið upp á ein vinnara.