Ferðast tú ofta millum Vágar og Streymoynna, so kunnu vera nógvir pengar at spara við at keypa eitt avsláttarkort, ein sonevndan kubba. Meðan vanligi kostnaðurin aftur og fram er 188 krónur, ber til at spara 38 krónur fyri túrin aftur og fram við einum 5-túra korti, og 76 krónur fyri túrin aftur og fram, keypir tú eitt 20-túra kort.
P/F Vágatunnilin hevði bílagt umleið 800 kubbar, men áhugin at ogna sær ein kubba hevur verið so stórur, at avsláttarkortini eru útseld og vera ikki aftur at fáa fyrr enn eftir nýggjár, sigur Dávid Reinert Hansen, sum ásannar, at ov fáir kubbar eru bílagdir.
Á midnátt mikukvøldið verður byrjað at krevja gjald fyri at koyra undir Vestmannasund. Á skrivstovuni hjá P/F Vágatunnlinum hava tey ikki avgreitt umsøknirnar um kubbar enn, og tí vóru teir fyrstu kubbarnir ikki í postkassunum hjá fólki fyrr enn mikudagin, meðan onnur ikki fáa sín kubba fyrr enn hósdagin. Og aftur onnur kunnu als ikki vænta at fáa nakran kubba fyribils, tí eingir eru eftir.
- Tey, sum longu nú hava biðið um eitt avsláttarkort frá okkum, kunnu koyra ígjøgnum við avsláttri, við ella uttan kubba, sigur Dávid Reinert Hansen. Hetta letur seg gera við at ein mynd verður tikin av øllum bilum, ið koyra ígjøgnum tunnilin, og hon verður samanborin við umsøknirnar um kubba. Síðan verður túrurin trektur av avsláttarkortinum, antin tað so er eitt 5-túra hald ella eitt 20-túra hald. Hetta letur seg gera, sambært stjóranum.
Hóast tey, ið hava bílagt kubbar, sostætt sleppa at koyra ígjøgnum við avsláttri, óansæð um tey fáa kubban ella ikki, so skulu hini, ið hava verið nakað sein á sjóvarfallinum og tí enn ikki hava bílagt sær ein kubba, fyribils rinda fullan prís.
- Tey, ið ikki longu nú hava biðið um avsláttarkort, noyðast næstu vikurnar at gjalda fullan prís, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann ásannar, at hetta kann vera sera óheppið fyri tey, ið høvdu ætlað sær eitt avsláttarkort, og at hetta elvir til stóran meirkostnað fyri tey, ið nýta tunnilin ofta.










