Venesuela hevur rent amerikanska sendiharran av landinum og tikið sín egna heim úr Washington Venesuela hevur í morgun koyrt amerikanska sendiharran, Patrick Duddy, av landinum, samstundis sum landið hevur boðsent sínum sendiharra í Washington at koma heim alt fyri eitt.
Venesuelski forsetin, Hugo Chavez, leggur USA undir at hava ætlanir um álop á leiðsluna í Venesuela, og í morgun hótti hann við at steðga allari oljusølu til USA.
Venesuela er fjórðistørsti oljuveitarin til amerikanska marknaðin.
Hugo Chavez sigur, at landið fer at senda sín sendiharra aftur til Washington, tá USA hevur fingið eina aðra stjórn enn ta núverandi.