Frá 1995 og fleiri ár fram vaks nøgdin av plantuæti vestan fyri Føroyar sera nógv. Hesi somu ár var sjógvurin í økinum heitur, skrivar Hjálmar Hátún havfr. í Sjóvarmál 2009. Nógv týðir uppá, at samanhangur er millum havstreymar, hita og gróður á opnu leiðunum kring Føroyar.
Plantuæti er evarska smáar algur sum vaksa í sjónum. Hesar verða etnar av djóraæti, sum verður etið av uppsjóvarfiski, sum so aftur verður etin av størri fiski o.s.fr. Á henda hátt er plantuæti grundarlagið undir nærum øllum lívi í havinum. Hesum smáu algum tørva tøðevni og ljós fyri at grógva. Upphiting um summarið kann gera sjógvin lagbýttan, við einum lagi av heitari (lættari) sjógvi, sum flýtur í erva oman á kaldari (tyngri) sjógvi í neðra. Ein slík støða ger, at algurnar verða hildnar nær vatnskorpuni, har tær fáa nok av ljósi og tískil vaksa væl. Hitin kann eisini í sjálvum sær skunda undir gróðurin.
Lagbýtið í sjónum millum Ísland og Føroyar verður stýrt av havstreymum, hitalagi í sjónum og av vindi, ið broytast frá ári til ár. Granskarar hava roknað seg fram til eitt vísital, ið lýsir fysiska havumhvørvið. Høgt vísital hongur saman við veikum streymum, heitum sjógvi og helst sterkum lagbýti, og umvent fyri lágt vísital. Vísitalið var sera lágt fyrst í 1990?unum, men øktist knappliga eftir 1995.
Síðani annan Verðaldarbardaga hava bretar mátað plantuæti í Norðuratlantshavið. Við hesum mátingum kunnu vit vísa á, at í miðal er nógvur gróður við Rokkin og í Hetlandsrennuni, meðan nøgdin av plantuæti er minni sunnan fyri Ísland. Men mátingarnar vísa eisini, at gróðurin millum Ísland og Føroyar minkaaði eftir 1960, men øktist so knappliga aftur mitt í 1990?unum.