Økt tunnilsferðsla

Alsamt fleiri bilar koyra gjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar. Nýggjastu hagtølini hjá tunlunum visa, at fyrstu seks mánaðirnar í ár koyrdu 279.656 bilar gjøgnum Vágatunnilin og 340.447 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta er ein vøkstur upp á ávikavist 6,1 og 8,9 prosent.