Í ársfrágreiðingini fyri 2004 sæst, at á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum vórðu 402 sjúklingar innlagdir í fjør, og av hesum vóru tey 260 akutt innløgd. Í fyrra førinum var talan um eina øking uppá 9,5 % og í seinna eina øking uppá 0,4 %.
Samlaða talið av seingjardøgum og sjúkradøgum er økt við 5,3 % í mun til árið fyri. Hesi tølini vóru ávikavist 22.093 og 22.495.
Eitt av nýggju arbeiðsøkjunum á Psykiatriska deplinum er tann sonevnda økis-psykiatriin, har ein miðar eftir at skipa fyri viðgerð úti um landið. Hetta arbeiðið byrjaði í fjør, tá játtaðar vórðu 2 mió. kr. til endamálið.