Økt rúsdrekkakoyring í Norðurlondum

 
Norðurlendskur ársfundur um ferðslutrygd var um vikuskiftið í Reykjavík. Ymisk viðurskifti vórðu havd á lofti, millum annað rúsdrekkakoyring. Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið óttast øktu rúsdrekkakoyringina í Norðurlondum.
 - Ferðslutrygdin í Norðurlondum hevur verið í stórari framgongd seinastu árini, men tað at fólk koyra ávirkað ger, at framgongdin ikki er so stór, sum hon kundi verið. Tað er eyðsæð, at samband er í millum rúsdrekkakoyring og fallandi prísir á rúsdrekka, og at tað er lættari at fáa hendur á tí, stendur at lesa í yvirlýsing frá Norðurlendska Ferðslutrygdarráðnum.
Víst verður á, at rúsdrekkakoyringin er ikki bert ein spurningur um ferðslutrygd, men at tað eisini er ein samfelagsspurningur.
-Vanligu upplýsingarátøkini kunnu missa ávirkan, um aðrar kreftir í samfelagnum beinleiðis, ella óbeinleiðis eru við til at økja um misnýtsluna av rúsdrekka, sigur Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið í yvirlýsingini.