Økt meirvirðisgjald skilabetri

Góðgæti og sodavatn verður í framtíðini dýrari hjá føroyingum at fáa hendur á. Avgjaldið á søtmeti skal geva landskassanum góðar 20 mio. í inntøkum. Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson heldur lítið um avgjaldið, tí politikkarnir leggja seg út í, hvat fólk skulu keypa, og tað er ikki rætt.

Fríggjadagin kom fram í Sjónvarpi Føroya, at landsstýrið í løtuni arbeiðir við at hækka avgjaldið á søtmeti. Hetta hevur við sær, at góðgæti og sodavatn verður dýrari at keypa í framtíðini
Grundgevingin hjá landsstýrinum er, at seinnu árini hava føroyingar etið meira og meira góðgæti, og fyri at tálma hesum, er neyðugt at hækka avgjaldið. Longu er greitt, at bæði føroyskt og útlendskt sodavatn verður eina krónu dýrari í framtíðini. Økta avgjaldið fer at geva góðar 20 mio. krónur í inntøkum í landskassanum.
Umframt avgjald á søtmeti, verður eisini eitt avgjald lagt á beriposar úr plastikki. Plastposar eru skaðiligar umhvørvið, og avgjaldið skal fáa føroyingar at keypa færri plastposar. Avgjaldið gevur landskassanum góðar 5 mio. krónur í inntøkum.

Óheppið
Formaðurin í Búskaparráðnum og stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskarsson, heldur lítið um avgjaldið á søtmeti. ? Tað er keðiligt, at politikkararnir leggja seg út í, hvat fólk keypa. Hví velja politikkararnir ikki bara at økja um meirvirðisgjaldið, so økt avgjald rakar øll, so vit sleppa undan, at teir stýra, hvat fólk vilja keypa, sigur Hermann Oskarsson
Hann leggur eisini dent á hansara meining byggir á rein búskaparlig fyrilit. Hinvegin skilir hann væl sjónarmiðið um, at avgjaldið minkar um góðgætisnýtsluna, og harvið betrar heilsustøðuna hjá teimum ungu í Føroyum í dag.
Spurdur um, hvat hann heldur um avgjøld sum búskaparligt amboð, svarar Hermann Oskarsson, at tað er ein sannroynd í øðrum londum avgjøld verða nýtt, men hann er kortini talsmaður fyri, at politiski myndugleikin heldur seg burtur frá at stýra, hvat fólk keypur.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, segði við Útvarp Føroya leygardagin, at orsøkin til avgjaldið var, at landskassanum vantaði pening. Hermann Oskarsson vil ikki gera nakra viðmerking um orsøkina til, at landsstýrið ætlar at leggja avgjald á søtmetið og plastikkposar.

Landsstýrið ætlar at leggja avgjald á góðgæti og sodavatn. Hetta skal eftir ætlan geva landsskassanum 20 mio. krónur í inntøkum.