Hóast tey fægstu munnu duga at stava navnið, so munnu tey flestu duga at siga tað: Krzysztof Popczynski. Í 10 ár var hann ein sera sjónligur partur av føroyskum fótbólti, tá hann frá 1998 til 2008 var í fýra feløgum, harav hann gjørdi tvey til meistaralið og eitt til steypavinnara.
Í 1998 kom Krzysztof Popczynski til VB, sum bleiv føroyameistari í 2000. Síðani helt hann fram í GÍ, sum bleiv steypavinnari í 2005, áðrenn hann fór til Havnar at venja HB, sum bleiv meistari í 2006. Miðskeiðis í kappingarárinum 2007 fór hann so til TB, sum hann vandi til mitt í 2008.
Í juli 2008 bórust so tíðindi um, at Krzysztof Popczynski flutti av landinum og skuldi verða venjari hjá danska 2. deilarfelagnum Aarhus Fremad í trý ár. Men hví valdi fryntligi polendingurin at leggja leiðina til Danmarkar eftir hesi 10 árini í Føroyum:
– Tað var ein stór avgerð at taka, men hon var tikin í røttu løtuni, tí eg kendi á mær, at eg kundi ikki menna meg meira í Føroyum. Danmark er eitt størri land og hevur fleiri feløg, so har eru sjálvandi fleiri og størri møguleikar hjá mær at røkka mínum málum, sigur Krzysztof í telefonini úr Århus.
– At tað júst gjørdist Danmark, hongur so eisini saman við, at eg hevði funnið mær danska unnustu, sum fegin vildi sleppa heimaftur til Århus, haðani hon er ættað. So tá hesin møguleikin kom, gjørdu vit bæði av, at vit skuldu flyta til Danmarkar.
Líkar umstøður
Um umstøðurnar sum venjari í einum donskum felag, sum er í triðbestu deildini, sigur Krzysztof, at tær minna nógv um umstøðurnar í HB, hóast sumt sjálvandi er øðrvísi. Aarhus Fremad hevur tveir venjingarvallir og ein dystarvøll, umframt at ein venjingarmiðstøð er nærhendis, men hann heldur karmarnar annars vera rættiliga líkar teimum í HB.
– Ein munur er tó lønin, sum ikki er so góð í 2. deild í Danmark, at tú burturav kanst vera venjari, so tí havi eg eisini eitt arbeiði aftur at venjarastarvinum. Í Føroyum hevði eg bara fótbóltin at hugsa um og liva av, sigur hann.
Tá Krzysztof Popczynski skal samanbera spælaratilfarið í Aarhus Fremad við tað, hann kennir úr Føroyum, heldur hann tað í nógvar mátar vera nakað tað sama. Tó heldur hann donsku spælararnir vera betur fyri tekniskt, men ikki so væl fyri taktiskt og kropsliga, sum føroyskir spælarar eru tað.
– So eru viðurskiftini í Føroyum eisini so smá, at har kundi eg kenna næstan allar spælararnar, og tað ber jú ikki til í Danmark. Her er ikki so lætt hjá mær at vita nógv um mótstøðuliðini, men tað man fara at koma við tíðini, sigur Krzysztof, sum eisini nevnir veðrið sum ein annan mun.
– Føroyska veðurlagið kundi serliga um veturin vera ein trupulleiki. Tá eg legði eina venjing til rættis, kundi eg ikki vera vísur í, at eg fekk gjøgnumført hana eftir ætlan, um veðrið vildi nakað annað. Heldur ikki sakni eg graslíkisvallirnar, tí einki er betri enn at spæla fótbólt á grasi.
Saknar vinirnar
Tey 10 árini í føroyskum fótbólti hava verið ein rættiliga stórur partur av lívinum hjá Krzysztof Popczynski, sum um eina viku fyllir 40 ár, og hann viðgongur eisini, at hann saknar Føroyar viðhvørt.
– Eg sakni tað góða lívið í Føroyum og tað vinarliga fólkið. Eftir hesi mongu árini í Føroyum havi eg tað soleiðis, at okkurt nú er burturi, sum hevur verið ein so stórur partur av mínum gerandisdegi. Og eg havi sjálvandi nógvar vinir í Føroyum, sum eg sakni, sigur Krzysztof Popczynski, sum heldur ikki útihýsir, at hann eina ferð aftur kemur til Føroya sum venjari:
– Ja, hvør veit? Eg vóni í øllum førum, at eg altíð kann vera vælkomin í Føroyum og at dyr standa opnar fyri mær. Tú veitst jú ongantíð, hvat kann koma at henda í framtíðini.